Síðan mars 2014 hava tvær mátistøðir máta luftgóðskuna í høvuðsstaðarøkinum. Ein er í miðbýnum í Havn og hin er í Havnardali, og eru tær ávikavist ein býarmátistøð og ein bakgrundsmátistøð. Býarmátistøðin er í løtuni óvirkin. Í oktober 2018 varð enn ein mátistøð sett upp. Hendan stendur í Kaldbak; SEV eigur tað støðina. Á myndini niðanfyri sæst hvar tær tríggjar mátistøðirnar standa.
Á teimum báðum mátistøðunum í Havnardali og Kaldbak, verður innihaldið av bitlum (partiklum), NO2 og SO2, umframt veðurlíkindi, máta.
Tú kanst síggja hvussu luftgóðskan er við at trýsta á leinkjurnar niðanfyri:
NO2 kann vera eitrandi í alt ov høgum nøgdum. Tó er enn onki tekin um, at henda gass kemur fyri í høgum nøgdum í Føroyum. NO2 og NO eru gass sum verða gjørd undir brenning við høgum hita, so sum í bil- og skipsmotorum og í ídnaðarvirkjum. NO verður oksidera til NO2 rímiliga skjótt í luftini, og verður tí eisini máta.
Í Føroyum hava vit fá stór ídnaðarvirkir sum kunnu dálka við NO2, so tað er helst mest frá bila- og skipaferðslu at NO2 stavar. Og av tí at tað ikki er eins tættbygt her á landi sum nógva aðra staðni, er innihaldið av NO2 ikki ørkymlandi høgt her á landi. Tó so, so vísa mátingarnar at væl meira av NO2 er mitt í býnum samanborið við í Havnardali.
SO2 kann vera eitrandi í alt ov høgum nøgdum. Henda gass er tó minka niður í nærum onki seinastu árini. Mannaskapt SO2 kemur frá brenning av lívrunnum brennievni sum inniheldur svávul, serliga koli og olju. Men skerjingin av svávulinnihaldinum í brennievni og ein betri reinsan av roykgassi frá akførum og ídnaði tey seinastu 30 árini, hevur minkað munandi um nøgdina av SO2 í luftini í Evropa.
SO2 er saman við vatndampi og CO2 mest vanligu gassini frá eldgosum. Eisini eitt annað og sera eitrandi svávul-gass, H2S, kemur frá eldgosum.
Tað eru nógvar keldur til bitlar, bæði natúrligar og mannaskaptar. Eisini er stórur munur á hvat fyri bitlar eru í luftini; summir kunnu vera heilsuskaðiligir í høgum nøgdum, meðan aðrir ikki eru so skaðiligir. Støddin á bitlunum er eisini ymisk, og eru tað serliga teir heilt smáu bitlarnir ið kunnu gera skaða á heilsuna.
Tey tólini sum eru sett upp í Bøkjarabrekku og í Havnardali máta bæði konsentratiónina (vekt per rúmd) og tal (antal) av bitlum í luftini. Tólini eru sett til at máta konsentratión av PM10, PM4, PM2,5 og PM1, har PM10 merkir allir bitlar við tvørmáti upp til 10 mikrometrar, PM4 eru bitlar við tvørmáti á upp til 4 mikrometrar o.s.fr.
Afturat teimum dálkandi evnunum verða veðurlíkini eisini máta á báðum støðunum. Tað er týdningarmikið at vita hvaðani dálkingin stavar, og tí verða vindferð og vindrætningur mátað.
Vilt tú vita meira um luftkanningarnar, so ring til Rakul Mortensen, tlf 234374, ella send ein teldupost til rakulm@us.fo